Svenskir granskarar, sum hava kannað ymsar matvørur úr sjónum, hava staðfest nógv umhvørviseiturevni í eitt nú norskum alilaksi. Hetta eru evni, sum sambært gransarunum, kunnu órógva nøringarevnini hjá teimum, sum eta laksin.
Norska Naturvernforbundet skrivar á sínari heimasíðu, at sambært teimum svensku kanningunum er eiturevnainnihaldið í norska alilaksinum 61 ferðir størri enn hámarkið hjá ES, ið er sett fyri at verja fólk ímóti at eta heilsuskaðiligan mat.
-Vit vænta, at teir norsku heilsumyndugleikarnir taka sær av málinum beinanvegin. Hetta vísir, at tað er neyðugt at beina burtur gamlar umhvørvissyndir fram við norsku strondini, sigur Lars Haltbrekken, sum er formaður í Naturvernforbundet. Hann leggur afturat, at tey bæði seinastu árini hava politikararnir skert játtanina, sum er ætlað til at reinsa botnin á norskum firðum.
Tað eru granskarar hjá svenska náttúruverndarfelagsskapinum, sum hava gjørt kanningina. Ylva Grudd, sum er ráðgevi hjá felagsskapinum, sigur, at í norska alilaksinum funnu tey evni, sum eru hormonórógvandi, og sum millum annað kunnu skaða nøringarevnini hjá fólki.
-Eg kann illa ímynda mær, at nakar veruliga vil eta hendan fiskin, um tey vita, hvat er í honum, og hvørjar avleiðingar tað kann fáa, sigur Ylva Grudd.









