Á Heilsuskúla Føroya kanst tú útbúgva teg til Heilsuhjálpara og Heilsurøktara.
Heilsuhjálparaútbúgvingin tekur 1 ár og 3 mánaðir, har skift verður ímillum at vera á skúla og úti í starvsvenjing á stovnum og røktarheimum. Til heilsuhjálpara krevst 9. flokkur + eitt ára starvsroyndir ella 10. flokksprógv. Sum útbúgvin heilsuhjálpari, kanst tú útbúgva teg víðari til heilsurøktara. Starvspláss hjá heilsuhjálparum eru til dømis Nærverkið, Ellis- og røktarheim, Sambýli, Sum stuðul
Í Heilsurøktaraútbúgvingini, sum tekur 1 ár og 10 mánaðir, er helvtin ástøði og helvtin starvsvenjing. Til heilsurøktara krevst heilsuhjálparaútbúgving ella onnur útbúgving og arbeiðsroyndir, sum svara til heilsuhjálparaútbúgvingina í longd.
Sum heilsurøktari kanst tú fara víðari til fysioterapeut, ergoterpeut, sosialráðgeva, sjúkararøktarfrøðing ella námsfrøðing í Danmark. Flestu víðari útbúgvingar krevja tó ískoytislærugrein. Eisini ber til at útbúgva seg til sjúkraflutningstarvsfólk.
Starvspláss hjá heilsuhjálparum og –røktarum eru til dømis Nærverkið, Ellis- og røktarheim, Sambýli, Sum stuðul, Sjúkrahúsverkið, Psykiatriska økið.
Tað er stórur eftirspurningur eftir heilsuhjálparum og heilsurøktarum, tí er lætt at fáa arbeiðið eftir lokna útbúgving. Heilsuskúlin flytur væntandi í nýggj høli um ársskiftið 2008/09.
www.heilsuskulin.fo










