Deildarleiðarin í Heilsuskúlanum á Tvøroyri er bráðfeingis loyst úr starvi orsakað av kæru frá starvsfólki á skúlanum. Susanne Høgh Olesen, deildarleiðari, er bráðfeingis loyst úr starvinum, tí starvsfólk í skúlanum hava sent henni eina kæru um hennara leiðslu. Sum skilst, hevur okkurt um helvtin av lærarunum kært leiðaran í Heilsuskúlanum, sigur Útvarpið.
Susanne Høgh Olesen varð bráfeingis loyst úr starvinum 16. mars til 22. mai, meðan rektarin í skúlanum, Súsanna Mortensen, kannar kæruna og ger eina niðurstøðu um hana.
Súsanna Mortensen vil sambært Útvarpinum ikki siga meira um kæruna, meðan hon verður kannað.