Heilsurøktarin í fokus í Miðlahúsinum

Almanna- og heilsurøktarafelagið og Føroya Psykiatrifelag skipa fyri almennum tiltaki í Miðlahúsinum í kvøld klokkan 19 Endamálið við tiltakinum í Miðlahúsinum í kvøld, er at fáa at vita hvussu heilsurøktarin verður brúktur á arbeiðsmarknaðinum í dag.

Pallborðsluttakarar verða Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, Mary í Garði, stjóri í Nærverkinum, Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum og Sonja Nielsen, deildarleiðari á tí medisinska deplinum.

Orðstýrari verður Rigmor Dam.

Lagt verður upp til kjak og dialog um leiklutin hjá heilsurøktarunum á arbeiðsmarknaðinum, og at tey sum taka lut á tiltakinum fáa kunnleika um førleikarnar og kvalitetin hjá heilsurøktarunum.

Heilsurøktararnir siga seg vilja samstarva við allar aðrar avvarðandi starvsbólkar í almanna- og heilsuverkinum.

Tiltakið í Miðlahúsinum í kvøld, byrjar klokkan 19.