Heilsupolitikkur í Føroya Sparikassa

Bill Justinussen
?????????????

Undirritaði fari at nýta høvið til at takka Føroya Sparikassa fyri teirra nýggja frálíka heilsuátak og ynskja teimum góða eydnu við hesum slóðbrótandi tiltakinum. Tað var alla tíðina mín vón, at vit frá politiskari síðu skuldu vísa veg og leggja heilsupolitisku kósina, men sum ikki eina ferð hevur politiski myndugleikin sovið sjóvarfallið av sær. Nú gongur vinnulívið undan og tað almenna darlar aftaná. Ikki tí, stóra og breiða samgongan fekk møguleikan tíðliga í fjør at taka undir við einum uppskoti um at hækka tubbaksaldursmarkið og at seta størri krøv til teirra, sum selja drepandi roykin, tá undirritaði vegna Miðflokkin legði fram á ting eitt lógaruppskot um hesi viðurskifti. Tá var undanførslan, at "samgongan arbeiðir við málinum". Tað ger hon vælsaktans enn, hóast tað ikki skuldi verið tað stóra hóvastákið at hækkað aldurin á teimum, sum hava loyvi at útvega sær tubbak. Uppskotið snúði seg ikki um ein nýggjan heilsupolitikk, men stutt og einfalt um at gera ein skjótan vørr fyri at fyribyrgja barnaroyking í Føroyum.

Føroyar tilafturskomið
Tað tykist sum Føroya Løgting eftir hondini er einasta stað í øllum heiminum, har fólk ikki eru greið yvir ræðuligu avleiðingarnar av at lata børn niður í 15 ár frítt sleppa at keypa sær tubbak so nógv og so ofta, teimum lystir. Føroyar eru einasta norðanland og eitt av teimum heit fáu londunum í øllum heiminum, har hetta framvegis er møguligt. Orsøkin er, at tað seinnu árini er vorðið almenn vitan, at royking drepur. Allar vísindaligar kanningar staðfesta somu úrslit: tann, sum roykir, styttir sær lívið í mun til, hvussu nógv verður roykt og í mun til, hvussu heilsustøðan annars er. Ílegubrøgdini hava ein ávísan leiklut, men samanumtikið eru kanningarúrslitini so greið, at stjórnir og altjóða felagsskapir kring allan heimin taka vandan í álvara. Bara ikki vit føroyingar. Og tó halda vit okkum vera framkomin á so mangan hátt. Harmiligt og syndarligt.

Broyttir lívsvanar
Tí mugu vit tvífalt fegnast um, at aðrir stovnar í landinum taka málið í álvara og meiri enn tað. Føroya Sparikassi verður ikki bert roykfríur, men leggur eisini dent á heilsugóðan livihátt. Sum partur av átakinum er eitt dagligt tilboð til øll starvsfólk um fríska frukt og harumframt stuðul til ítrótt og venjing. Eg ivist onga løtu í, at Sparikassin fær hesa "íløguna" aftur fleiri ferðir. Uttan iva verður fráveruparturin minni, og avrikini fara at økjast. Vónandi skrásetir Sparikassin avleiðingarnar av hesum átaki, so onnur virki, sum umhugsa líknandi tiltøk, kunnu læra av Sparikassanum. Kanska var tað eisini eitt hugskot hjá landsstýrinum at sett seg í samband við Sparikassan, so glið kann koma á almenna partin av fólkaheilsu-politikkinum við íblástri frá privata vinnulívinum.