Romeo Galgo Tibobos var drúgva tíð á Skt. Hans Hospital í Keypmannahavn, heil fýra ár og tríggjar mánaðir, ella tilsamans 1554 dagar.
Tað tóktist heilt náttúrligt, at viðgerðin skuldi fara fram í Danmark, ítøkiliga Skt. Hans Hospital.
Tað var føroyska ákæruvaldið ið metti, at maðurin var ov vandamikil at hava í Føroyum. Og føroyska ákæruvaldið er sum kunnugt danskt.
Í november 2007 setti visiterandi yvirlæknin á Skt. Hans Hospital, Michael Andersen, seg í samband við psykiatriska depilin í Føroyum og tosaði við ein føroyskan yvirlækna um Romeo Galgo Tibobos.
Teir samdust um, at tað vóru so fá pláss á afturlætnu deildini á deplinum, at tað var frægast, at Tibobos var verandi á Skt. Hans
Trupulleikin var bara tann, at tann einasti, ið hevði heimild at taka slíka avgerð var Tormóð Stórá, ið hevði tikið við sum ovasti leiðari á psykiatriska deplinum 1. februar 2006. Og hann kendi einki til málið.
Ein annar trupulleiki var, at hóast Michael Andersen hevði tikið notatir frá samrøðuni, hevði hann gloymt at fingið navnið á viðkomandi yvirlækna við. Tað einasta hann mintist í so máta var, at talan var um ein mann.
Talan kundi tískil bert vera um ein vikarierandi yvirlækna, og tað kann tí tykjast undarligt, at ein slíkur skuldi havt tikið sær sjálvum tað frælsi at gera av slíkt.
Tormóður Stórá hevði ongantíð havt nakað samband við Tibobos, og var ongantíð spurdur um hann. Heldur ikki, um føroyska sálarliga sjúkrahúsið hevði umstøður og kvalifikatiónir at viðgera filipinan.
Viðgjørdur í Danmark
Romeo Galgo Tibobos heldur so fram við viðgerðini á Skt. Hans Hospital, og tykist hava tað væl. Hann er góður at fáast við og trívist.
Og tað er eisini tað, sum bæði Michael Andersen og Tormóður Stórá vísa á.
- Eg skilti als ikki kravið um, at Tibobos skuldi viðgerast hjá okkum, tí hann vísti góðan atburð og tóktist at fáa tað betri og betri sum tíðin leið, segði Michael Andersen.
Og Tormóður Stórá er samdur.
- Tað er einki ið bendir á, at hann var vandamikil. Eg eri eisini sannførdur um, at vit saktans høvdu kunna viðgjørt Tibobos, vit fingu bara ongantíð nakra áheitan. Hvat onkur vikarierandi yvirlækni kann hava sagt við Michael Andersen, fái eg ikki fyrihildi meg til, sigur Tormóður Stórá.
Men Heilsumálaráðið fekk størri innlit í málið í 2007, tá ein rokning frá Region Hovedstaden kemur sendandi.
- Eg fái rokningina á borðið, men eg vildi ikki kautionera hana. Eg var tann einasti, ið kundi senda sjúklingar til Danmarkar til viðgerðar, umframt eina visitatiónsnevnd, og eg kendi einki til nakra avtalu. Tí skrivaði eg ikki undir kautiónina, segði Tormóður Stórá.
Tað var eitt ávíst samband millum partarnar gjøgnum árini, eisini eftir at Romeo Galgo Tibobos 5. oktober 2010 verður sendur av landinum aftur til Filipsoyggjar, sum eisini var ein partur av dóminum 13. oktober 2006.
Dómurin varð staðfestur av Hægstarætti, men tað kom ongantíð fram, um málið var kært beinleiðis frá Føroya Rætti til Hægstarætt, ella Eystari Landsrættur var ímillum.
Hvør skal gjalda
Spurningurin reisist so um, hvør skal gjalda kostnaðin fyri viðgerðina hjá Romeo Galgo Tibobos í teir 1554 dagarnar, hann var í viðgerð á Skt. Hans Hospital.
Region Hovedstaden, sum varðar av sjúkrahúsinum, metir Tibobos sum eitt føroyskt mál, meðan føroyingar meta, at talan er um danska ákæruvaldið, ið sendir ein mann á eitt danskt viðgerðarstað.
Men seinasta mánadag fall dómurin so, og hann sigur, at tað er Heilsumálaráðið, ið eigur rokningina upp á tær 8.588.958,00 krónurnar, sum tað hevur kostað at hava Romeo Galgo Tibobos í viðgerð í fýra ár og tríggjar mánaðir.
Karsten Hansen, heilsumálaráðharri, hevur í hesum døgum vitjan av starvsbrøðrum sínum úr Íslandi og Grønlandi, og fer tí ikki at viðgera spurningin um dómin fyrr enn á fundi við sakføraran, Jógvan Elias Winther Poulsen, mikudagin.
Eingin niðurstøða er tí gjørd enn, men Heilsumálaráðið hevur eina viku aftrat at gera av, hvat verður gjørt við hetta málið, um tað verður skotið inn fyri hægri rætt, ella dómurin verður góðtikin.
Tað verður í hvussu er avgjørt, áðrenn teir 14 dagarnir eru farnir, sum Heilsumálaráðið hevur at umhugsa seg í.