Heilsumálaráðið er nú, eftir at hava forsømt kommunulæknaøkið í nógv ár, farið beinleiðis inn í so at siga øll mál í kommunulæknaskipanini. Miðsavning hevur verið lyklaorðið, og fyri at verja hesa skipan eru so at siga allar grundleggjandi reglur fyri, hvussu læknar og sjúkrahús skulu fungera, settar til viks.
Sjúklingar verða beinleiðis settir í vandastøðu í samband við banalar sjúkur og skaðar. Læknavaktin verður til tíðir mannað við læknum við munandi minni førleika, enn teir sum hava forvakt t. d. á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Men sjúklingar verða sendir einasmallir út á alfarveg náttartíð fyri at pissa í eina fløsku á Landssjúkrahúsinum.
Sjúklingar í Norðuroyaøkinum fáa frá læknavaktini at vita, at røntgenmyndir ikki kunnu takast í Klaksvík. Teir fáa eisini at vita, at ongin rannsóknarstova er í Klaksvík, at onki apotek í Klaksvík o.s.fr.
Ræðslusligin avvarðandi liggja náttartíð og koyra við illa fyrikomnum sjúklingum á baksetrinum til Landssjúkrahúsið. Á vegnum koyra tey framvið Klaksvíkar Sjúkrahúsi, sum saktans kann taka sær av hesum, men hevur ikki loyvi til tess.
Sum um hetta ikki varð nokk, so noktar Heilsumálaráðið læknunum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi at tosa við teir sjúklingar, sum koma á skaðastovuna. Hetta er sjálvandi eindømi í vesturlendskari sjúkrahússøgu, har ongin sjúklingur skal verða vístur frá sjúkrahúsinum fyrr enn vakthavandi sjúkrahúslæknin hevur kannað og viðgjørt sjúklingin í tann mun hann hevur førleika til tess.
Til tíðir gerst støðan so margháttlig, at ein telefonsamrøða við ein lækna í læknavaktini hevur meira viðri enn tað, at lækni hevur kannað og stendur við síðuna av sjúklingi. Ein støða sum fær læknaligu nakkahárini at reisat. Ein støða sum bert kann henda í Føroyum.
Stundin er komin til at gera nakað munandi við hetta myrkaspæl við heilsu og vælferð borgaranna og aftur seta fakliga dugnaligheit og skipan í hásætið. At tosa við Heilsumálaráðið ella kommunulæknarnar um hetta er líka so mennandi, sum at tosa við ein postkassa.