Heilsumálaráðið beinir fyri FarGen verkætlanini

– Alt bendir á, at tann føroyska-altjóðaliga FarGen verkætlanin fyri ílegugransking í Føroyum verður fyribeind í Heilsumálaráðnum.

 

Tað sigur Hans Pauli Strøm, fyrrverandi landsstýrismaður í heilsumálum – sum var landsstýrismaður, tá FarGen verkætlanin byrjaði. Hann skrivar um málið í tíðargrein í Sosialinum um vikuskiftið.

 

– Ístaðin fyri ta víðskygdu og slóðbrótandi FarGen við veldigum potentiali fyri ílegugransking og nýtslu av íleguvitan í heilsuverkinum, hava tey í Heilsumálaráðnum tikið ræði á verkætlanini og krympað FarGen niður í eitt minimalistiskt tvey ára projekt, fíggjað við 10 fólkatingsmiljónum - ein vanskapning, sum onki perspektiv, ongin nytta og ongin meining er í, skrivar hann.

 

FarGen verkætlanin varð til í Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu undir fyrisæti av Pál Weihe, sum saman við Boga Eliasen menti eitt altjóða samstarv við fremstu granskingarstovnar, tænastuveitarar og fyritøkur á íleguøkinum, og harumframt skipaðu fyri umfatandi kunning til politiska skipan, fakfólk og almenning.

 

Síðani 2011 hevur løgtingið sett umleið 400 tús. kr. av á fíggjarlógini  til fyrireikandi virksemi, og í 2015 játtaði danska fólkatingið 10 mió. kr. til endamálið.

 

Eftir fimm ára forarbeiði við menning av FarGen varð so tann visjonera verkætlanin framløgd á tí stórfingnu FarGen Summit altjóða ráðstevnuni í Føroyum í sept. 2013, har fremstu granskarar, stovnar og veitarar á íleguøkinum viðgjørdu og fagnaðu verkætlanini. Eisini frá útlendskum íleggjarum var áhugin stórur og ítøkiligur.

 

– Men landsstýrismaður og aðalstjóri saman við tveimum embætisfólkum vildu ikki FarGen. Heilsumálaráðið setti teir til viks, ið skaptu og mentu FarGen og setti seg sjálvan at ráða yvir verkætlanini – og hevur síðani druknað hana í einum dunnuhyli har av byrokratiskum fákunni og heimføðisligum moralistiskum smámunasemi, skrivar Hans Pauli Strøm.

 

TRÝST HER fyri at lesa tíðargreinina í Sosialinum