Heilsuligt ørviti

Vestara vág í Havn

Tórshavnar Kommuna hevur lagt bæði væl av peningi og arbeiði í at skapa sera dámligar karmar fyri marknaði í Vágsbotni.
Hesin marknaður er aldargamal, og mong góð máltíð er handlað har. Ein og hvør vøra hevur kunna handlast.
Fyrr varð fiskurin blakaður á keiina og so seldur. Ongin hugsaði um, um keiin var spulað rein áðrenn, og eg veit ikki um nakrar reklamasjónir. Um so var, so veit tú eisini hvørjum tú keypti frá. Beinleiðis handil í millum veiðimann ella framleiðara og brúkara.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan!
Nú sølukarmarnir eru vorðnir so ótrúliga nossligir og vakrir við taki yvir og vaskimøguleikar kemur Starvstovan, sum ketta upp úr høvdatrogi, og forbjóðar næstan allari sølu í Vágsbotni.
Hvørja ferð seljast skal, noyðist seljarin at fáa søluloyvi frá Snarskivuni ella pisshúsinum í Vágsbotni. Verður havhestur seldur skal eitt stórt skelti hanga har á stendur, at vøran ikki er hagreidd sambart góðkenning!
Ræstur fiskur kann ikki seljast, tí skorið er í fiskin. Sambært hesum er heldur ikki loyvt at selja blóðgaðan fisk, og enn minni kruvdan fisk, og als ikki kjálkar.
Hvussu fer at vera við nátunum í heyst er ikki trupult at gita.
Í flestu donskum býum er marknaður hvønn leygardag, har tú fært bæði eitt og annað, og ongin myndugleiki blandar seg uppí.
Her má broyting koma í.
Løgtingið eigur at broyta lógarstøði soleiðis, at beinleiðis søla innalands ikki er undir H. S.
Annars kemur gamla eyknevnið fyri Heilsufrøðilgu Starvsstovuni veruliga til sín rætt.
Tað eyknevni er Heilsuskaðiliga Starvsstova.
Vónandi vera gamlar og dámligar siðvenjur ikki dripnar av misfataði heilsutrygd og býttligum kunngerðum.

E.S. Síðani hetta varð skrivað fyri eini 6 vikum síðani hevur Heilsufrøðiliga Starvsstova slakað viðvíkjandi góðkenning í Kirkjubø, og kanska eisini um øll vesini í Skúgvi. Nú er tíð til at slaka í Vágsbotni eisini.