Heilsukanning stimbrar sunnari livihátt

Nógv bendir á, at stóra heilsukanningin MARK stimbrar hugin hjá fólki at liva sunnari


Tá stóra fólkaheilsuátakið MARK í morgin fer í summarfrí, hevur á leið helvtin av landinum verið við í kanningunum. Hóast fyrstu úrslitini ikki verða tøk fyrr enn í heyst, bendir nógv á, at heilsuátakið hevur stimbrað hugin hjá fólki at liva sunnari, metir Malan Egholm, heilsufrøðingur og verkætlanarleiðari. 



Góður vilji

- Serliga í Klaksvík hava vit sæð, at býurin hevur fylgt kanningunum upp við eini røð av heilsuátøkum. Uppá nógvar mátar gongur Klaksvíkin á odda á heilsuøkinum, sigur Malan Egholm.

Samanumtikið ivast Malan Egholm ikki í, at MARK kanningin hevur skapað størri uppmerksemi um týdningin av at liva sunnari. Eisini vísa fólk sum heild góðan vilja at fylgja teimum ráðum, tey fáa, eftir at tey hava tikið lut í kanningini.

- Eg trúgvi, at tað hevur nógv at siga, at luttakararnir fáa úrslitið av kanningini beinanveg, og vit síðani ráðgeva út frá tí. Heldur enn at útflýggja luttakararnum ein lidnan ’kur’ av onkrum slag, geva vit góð ráð um, hvat tann einstaki kann broyta í sínum livihátti fyri at betra um heilsustøðuna, greiðir Malan Egholm frá. 



Mannfólk trek at eta grønt

Og nógv er eftir øllum at døma, sum kundi bøtt um heilsustøðuna hjá føroyingum. À tann minni postitiva bógvin vísa fyribils metingar nevniliga, at føroyingar sum heild viga ov nógv og hava ov vánaliga konditión.

Enn eru eisini nógvir føroyingar, ið roykja alt ov illa. Í hesum viðfangi vísir Malan Egholm á, at ofta ganga tað eini 10 til 15 ár, áðrenn skaðiligu árinini av royking av álvara vísa seg.

Sum kunnugt er tó ongantíð ov seint at leggja av at roykja og heldur ikki skal so nógv til fyri at bøta um konditiónina, sum fólk kanska hava lyndi til at halda.

- Ongin sigur, at tú skalt byrja at íðka ítrótt á høgum støði fyri at bøta um konditiónina. Bara tú rørir teg eitt sindur meir í gerandisdegin, hjálpir tað beinanvegin, sigur Malan Egholm.

Tá tað ræður um matvanar, kundi eisini staði betri til, men her eru kvinnurnar munandi skjótari at taka góðu ráðini til sín.

- Siðvandu føroysku matvanarnir við sós og smelt hava eftir øllum at døma fastari tak á mannfólkunum enn konufólkunum. Teir eru heldur trekir at skifta tað vælkenda út við meir grønmeti, meðan kvinnurnar fegnar vilja royna ein øðrvísi og sunnari kost, sigur Malan Egholm. 



Stór luttøka

Higartil hava Havnin, Klaksvík og Suðuroy verið umfataðar av kanningini. Og sum heild hava tey, ið hava fingið áheitan um at koma til kanningar, verið fús at møta upp. Onkustaðni hava fólk enntá skrivað seg á bíðilista, um so er, at brúk hevur verið fyri teimum.

Men allar árstíðir eru ikki líka væl egnaðar at kalla fólk inn til heilsukanningar, viðgongur Malan Egholm.

- Fólk eru ikki so væl við uppá at verða máld og vigað beint aftaná jól, tá tey flestu nokk hava etið meir og ósunnari enn vanligt. Hinvegin hevur hugurin at lata seg kanna verið stórur nú í vár og summar, sigur Malan Egholm.



FAKTA

MARK fólkaheilsukanningin er ein umfatandi kanning av livimátanum hjá føroyingum. Kanningin kallast MARK, tí hon snýr seg um Motión, Alkohol, Royking og Kost.


Kanningin fer fram ymsastaðni í landinum. Byrjað varð í januar og heldur kanningin fram út á heystið.

2000 tilvildarliga vald fólk í aldrinum 40 til 70 ár verða boðin til kanningar.

Umframt eina likamskanning, umfatar kanningin eisini eitt spurnarblað um livimátan og heilsuvanar.


Við kanningini verður roynt at fáa eina eftirfarandi mynd av heilsustøðuni hjá føroyingum.