Heilsugóð tiltøk á mentanarviku

Roysnið fer at skipa fyri heilsugóðum tiltøkum á mentanarvikuni Skýming í Runavík.

Roysnið fer at skipa fyri heilsugóðum tiltøkum á mentanarvikuni Skýming í Runavík. Nýggja rennifelagið fyri áhugaði í Eysturoy fer nevniliga at skipa fyri kunnandi og áhugaverdum tiltøkum leygardagin 26. oktober.

 

Frá klokkan 10-12 hendan dagin verður møguleiki at tippa, hvussu langt limir í rennifelagnum megna at renna á rennibondunum, ið verða sett upp í tjaldinum.

 

Úr Runavík verður sagt, at tann, ið tippar rætt, vinnur spennandi vinning, og annars verður kaffi og køkur at fáa til keyps.

 

Klokkan 13 sama leygardag skipar Roysnið saman við Fólkaheilsuráðnum fyri áhugaverdum fyrilestri við Magna Mohr, PhD í Human Fysiology, um “Grundreglur í kropsligari venjing, serliga renning".

 

Fyrilesturin, sum er ókeypis, verður í kantinuni í Løkshøll, og her kunnu fólk eisini keypa sær kaffi og køkur.

 

Sunnumorgunin 27. oktober verður regluligi rennitúrurin hjá Roysnið á skránni. Tá verður farið frá ítróttarhøllini í Runavík klokkan 9, og her eru øll hjartaliga vælkomin at luttaka.

 

Felagið Roysnið, sum varð endurstovnað fyrr í ár, hevur fingið góða undirtøku í Eysturoy. Nakrar væl vitjaðar felagsvenjingar hava verið í summar og nú, tá vetrarhálvan er byrjað, er venjingin broytt eitt sindur.

 

Roysnið hevur venjing í høllini í Tofta skúla týsdag frá klokkan 17-18 og mikudag frá klokkan 21-22.