Tær eru lekrar, og tær eru ógvuliga heilsugóðar.
Sambært nýggjari kanning eru mandlur ella nøtur eisini vælegnaðar til at halda svongdini burtur, samstundis sum tær ikki eru fitandi, tá saman um kemur.
Tað ræður um at eta umleið 30 mandlur ella nøtur um dagin.
Hóast hesar hava einar 150 kaloriur tilsamans, merkir tað ikki, at tú fært fleiri kaloriur enn annars gjøgnum dagin.
Við sínum heilsugóða feitti, proteinum og fiprum geva mandlur og nøtur tær kensluna av, at tú ikki líður svongd.
Kelda: sundhed.dk