Heilsufrøðiliga Starvsstovan skuldi verið flongd

Leif Erik Niclasen er harmur um, at tað eru virkir og stovnar, ið ikki vilja hjálpa sperdum familjum.

- Viljin er stórur hjá nøkrum, men tað eru nøkur ímillum, ið oyðileggja alt. 


Tað sigur Leif Erik Niclasen, ið hevur hjálparfelagsskapin Hjálpin, ið letur mat til fíggjarliga sperdar familjur, ið hava tørv á hjálp.


Í eini grein á in.fo fyrr í morgun, greiddi hann frá, at virksemi hjá felagsskapinum er nógv skert, nú Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur gjørt tað verri hjá honum at fáa hendur á mati frá matvøruhandlum.


Leif Erik Niclasen stúrir fyri, at tá maturin ikki verður givin hjálparfelagsskapum, so verður hann einans burturbeindur.


- Man blakar ikki mat burtur, tað ger man bara ikki. Tað er vanlig uppaling. Heilsufrøðiliga Starvsstovan manglar eitt sindur av sunnum skynsemi, so tey skilja, at man ikki koyrir mat burtur. Um eg var betri fyri, so hevði eg flongt tey, so tey kundu skilt hetta.


Tað er tó ikki bara Heilsufrøðiliga Starvsstovan, ið fær av at vita frá Leif Eriki.


- Tað er ikki bara Heilsufrøðiliga Starvsstovan. Stórir handlar nokta at geva mat til fátøk, og nakrar fyritøkur koyra stórar lastbilar við fullum lastum av breyði og kjøti niðan á Sandvíkahjalla, har tey brenna mat, ið kundi breyðføtt nógvar familjur. Tey eru ísakøld og lata alt fara burtur.


Spurdur um tað ikki er nakað um tað, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan má hugsa um heilsuvandan við gomlum mati, er Leif Erik Niclasen skjótur at svara, at honum vitandi, er ongin vorðin sjúkur av matinum, ið tey hava fingið.


- Tey tjúgu árini, ið eg havi koyrt mat út, er tað eingin, ið er vorðin sjúkur av matinum. Man skal ikki gloyma, at her er talan um vaksin fólk. Tey vita hvat kann etast og ikki, og skera tað burtur, ið ikki er egna til mannaføði.


Hóast almennu Føroyar nú hava lagt fótonglar fyri hjálpararbeiðinum hjá Hjálpini og øðrum felagsskapum, so lovar Leif Erik Niclasen, at hann ongar ætlanir hevur um at gevast.


- Ongin doyr av hungri í Føroyum. Tað er ikki tað, ið hetta handlar um, men heldur um at hjálpa við tí sindri, ið man hevur. Men so leingi, sum tað eru menniskjur, ið hava tørv á mati, so haldi eg á.