Heilsufrøðiskipanin sera harða politiska viðferð

Støðan við vantandi heilsufrøðingum á skúlum kring landið er ikki íkomin við mín besta vilja, sigur Hans Pauli Strøm, sum í løtuni fyrireikar uppskot um eykajáttan til skipanina

Hóast út við ein hálv mill. restar í hjá heilsufrøðiskipanini, er tað ikki eydnast landsstýrismanninum í Almanna- og Heilsumálum at sannføra løgtingið um tørv á eykajáttan. Sambært Hans Paula Strøm fekk hansara uppskot um eina hækking til skipanina uppá 400.000 kr á fíggjalógini fyri 2006 eina sera harða viðferð av trivnaðar- og fíggjanevndini við tí úrsliti, at skipanin ikki fekk eitt oyra afturat.

Stirvin skipan
Sum grundgeving fyri at hækka játtanina til heilsufrøðiskipanina vísti landsstýrismaðurin á, at hóast skarvað longu er av allastaðni, ber illa til hjá skipanini at fáa endarnar at røkka saman.
- So jú, tað er ein veruleiki, at tað í løtuni ikki er nóg mikið av peningi til at nøkta tørvin á heilsufrøðingum. Ein annar veruleiki er, at tað er løgtingið sum ræður í hesum landi, uttan mun til hvussu nógv eg rópi um tørv á eykajáttan, sigur Hans Pauli, sum kortini í løtuni er í ferð við at fyrireika enn eitt eykajáttanaruppskot.
Hóast vantandi peningur er stóri trupulleikin hjá heilsufrøðiskipanini, gera onnur viðurskifti seg eisini galdandi. Hans Pauli vísir á, at skipanin er óvanliga stirvin, har tað millum annað nærum er ógjørligt at flyta starvsfólk millum tey ymsu økini. Ongin ivi er um, at tað hevði hjálpt munandi, um starvsfólkini heldur vóru sett sentralt á ein hátt, so tað fyrst og fremst varð tørvurin heldur enn eitt ávíst øki, sum varð dekkað.
- Um skipanin virkaði á hendan hátt kundi støðan í Klaksvík verið loyst ella bøtt um við at lána resursir úr til dømis Eysturoynni. Men sum skipanini virkar í løtuni, ber tað ikki til, vísir Hans Pauli á.

Samstarv
Ólagalig viðurskifti, sum hesi, eru bert eitt dømi um, at heilsufrøðiskipanin eigur at endurskoðast øll sum hon er, heldur Hans Pauli Strøm. Hann vísir á, at vit júst hava fingið eina í allar mátar dagførda barnaverndartænastu, sum í nógvum førum leggur upp til eitt samstarv við heilsufrøðiskipanina. Hann nevnir sum dømi, at eitt nú nýggja ráðgevandi virkisøkið hjá heilsfrøðiskipanini kundi verið lagt saman við barnaverndartænastuna ella samskipast á ein hátt so arbeiðsorkan bleiv brúkt so effektivt, sum til ber.