Heilsufrøðiliga setir forboð

Ymisk aliøki kring landið hava fingið forboð at seta fisk út. Tað er Heilsufrøðiliga starvsstovan, sum hevur sett 13 forboð í verk. Orsøkirnar eru tvinnar: Ov nógv dálking og vantandi botnkanningar. Átta av forboðunum er orsakað av ov stórari dálking, og hini fimm hava fingið forboð grundað á vantandi botnkanningar. Umleið 30 aliøki eru tilsamans kring oyggjarnar.