Klaksvík: - Tað er sera gott, at Klaksvík er vorðin heilsubýur okkara. Hetta gleðast vit sjálvandi um, sigur hann.
Fríggjadagin í farnu viku varð tíðindafundur hildin í Klaksvík, sum byrjanin til eitt átak, har hesin býurin skal gera sítt til at soleiðis eisini verður í framtíðini.
Á fundinum fegnaðist borgarstjórin um hetta, men vísti samstundis á, at hetta forpliktar eisini fólkið í kommununi.
- Eitt er at seta sær eitt slíkt mál fyri. Eitt annað er at føra tað út í lívið. Tað ynskja vit í øllum førum at gera, legði hann dent á.
Tað var annars heilsumálaráðharrin, Hans Pauli Strøm sum herfyri lýsti Klaksvík sum heilsubý. Hetta gjørdi hann millum annað út frá tí arbeiði, sum longu er gjørt at vísa týdningin av einum heilsugóðum lívi.
Øll kunnu gera okkurt
Í framløgu síni á fundinum vísti Steinbjørn O. Jacobsen á, at heilsa krevur viðlíkahald og røkt. Í býnum, sum hann stjórnar eru ótaldir møguleikar fyri hesum. bæði hjá eldri og yngri.
Steinbjørn vísti til samrøðuna, sum hann hevði havt við eldri mann, sum var byrjaður at merkja elli á
likami sínum, eins og heilsan var farin at bila. Týðiligt var, at honum longdist aftur at verða frískur og ferðugur.
- Soleiðis er lívið nú einaferð. Tað er so nógv, sum vit ikki eru harrar yvir. Eitt nú kunnu vit einki gera við aldurin. Hann kemur við tíðini.
- Hinvegin eru tað nøkur ting, sum tey flestu av okkum kunnu gera nakað við, so framt vit hava likamligu orkuna og førleikan, sigur Steinbjørn.
Og hann legði aftrat: - Likam okkara er skapt til at brúka og vera virkið, og rørslur styrkja okkum, bæði til likams og sálar, men eisini tann føðin, sum vit dagliga eta, hevur stóran týdning fyri tann stand, sum likam okkara er í.
Ein bóklingur er gjørdur og er at fáa ókeypis á ymsum støðum í Klaksvík. Hesin bóklingur, sum er eitt felags tiltak hjá Fólkaheilsuráðnum og Klaksvíkar Kommunu, er ætlaður at geva fólki í økinum upplýsingar um tey tilboð og teir møguleikar, sum finnast her.
- Vónandi kann hann geva okkum íblástur til at gagnnýta tey mongu tilboð, ið Klaksvík sum býur hevur at bjóða á hesum øki, sigur borgarstjórin, og skoytir síðani uppí:
- Vónandi verða fleiri fólk verða enn fúsari at gagnnýta teir mongu møguleikarnar her í kommununi!
Renna fyri heilsuni
Tað er ikki bert í kommununi sjálvari at áhugi er fyri fólkaheilsu og rørslu. Eisini innan ítróttarfeløgini í Klaksvík finst hesin sami áhugin.
Nú fer ítróttarfelagið Treysti, saman við fyritøkunum Sportmaster og Eik í Klaksvík at skipa fyri heilsurenning teir komandi mongu leygardagarnar. Byrjað verður longu í morgin og verður hetta gjørt fram til 6. september, har øll eru vælkomin at vera við.
Talan er als ikki um rennikapping, men endamálið er at fáa fólk at røra seg regluliga. Byrjað verður hvønn leygardag kl. 14 frá Sportmaster við Klaksvíksvegin.