Heilsølurnar vita ikki hvat Watson sipar til

Hvørki hjá Poul Hansen ella Poul Michelsen, hava tey noktað Sea Shepherd at keypa proviant.

Leiðarin fyri Sea Shepherd, Paul Watson, hevur fleiri ferðir síðstu dagarnar víst á, at eina skipið hjá felagsskapinum, Sam Simon, í løtuni er í Hetlandi, har tað keypir proviant og olju til teir skjóttgangandi bátarnar. Orsøkin skal vera, at felagsskapurin ikki fær loyvi at keypa hesi ting í Føroyum.


In.fo hevur í dag tosað við tvær av teimum størstu heilsølunum í landinum, Poul Michelsen og Poul Hansen. Hvørgin av heilsølunum hava fingið ein fyrispurning frá felagsskapinum viðvíkjandi keyp av vørum.


- Eg kenni ikki til, at vit hava fingið nakran fyrispurning frá Sea Shepherd, sigur Høgni Hansen, stjóri hjá Poul Hansen.


Heldur ikki hjá Poul Michelsen, hava tey fingið nakra áheitan.


- Nei, vit hava ongan fyrispurning fingið. Tey kunnu tó fara inn í ein og hvør handil at keypa tað, ið teimum tørva. So nógv eru tey heldur ikki, sigur Poul Michelsen.