Heilsar borgarstjóra í vinarbýi

Borgarstjórin í Klaksvík, Jógvan Skorheim, hevur ynskt Ritu Ottervik, borgarstjóra í vinarbýnum, Tróndheimi til lukku við býráðsvalinum.

Borgarstjórin í Klaksvík, Jógvan Skorheim, hevur ynskt Ritu Ottervik, borgarstjóra í vinarbýnum, Tróndheimi til lukku við býráðsvalinum.

 

Rita Ottervik skrivar søgu við at verða endurvald sum borgastjóri á fjórða sinni – eingin borgarstjóri hevur sitið so leingi, sum hon.

 

Rita Ottervik er nógv avhildin. Tá ið langa røðin við skúðgonguni 17. mai í fjør kom fram við henni, har hon stóð og veitraði til stóru mannfjøldina, vóru fleiri, sum gjørdu sær ómak at heilsa henni. Eisini komu onkur teirra upp til hennara, og vildu hava “sefie” saman við henni.

 

Á myndini frá 17. mai 2014 við Nidarós Dómkirkju síggjast Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, saman við Ritu Ottervik, borgarstjóra í vinarbýnum, Tróndheimi. Hetta var í sambandi við, at grundlógin tá varð hátíðarhildin á 200 ára degi hennara, 1814 – 2014.

 

Í breiða meirilutanum sita Arbejderpartiet, sum Rita Ottervik kemur úr, Miljøpartiet de Grønne (MDG), Sosialistisk venstreparti (SV), Senterpartiet (SP), Kristelig folkeparti (KRF), Pensjonist partiet(PP) og Venstre (V). Kommunuvalið var 14. September 2015.

 

Nýggjur varaborgarstjóri er Hilde Opoku (MDG)

 

 


 
https://no.wikipedia.org/wiki/Rita_Ottervik