Heilsanin til Olofson kom úr Suðurafrika!

Føroyska bingjan í Tansania, sum Peter O. K. Olofson sendi okkum myndir av, er ikki føroysk. Safmarine er eitt Suðurafrikanskt reiðarí, sum Mærsk keypti fyri nøkurm árum síðani

Fáar minuttir eftir at greinin um »føroysku bingjuna í Tansania« kom á Portalin, fór telefonin at kima.
Fisher Johannesen úr Klaksvík greiðir okkum frá, at Safmarine er eitt gamalt suðurafrikanskt reiðarí. Hann veit ikki nevyt at siga, hvussu gamalt tað er, men kanska frá fyrra aldamótinum.
- Hatta er tað gamla búmerkið hjá teimum, og tað átøkt okkara flaggi, sigur Fisher, sum leggur afturat, at eitt nú enska bjargingarfelagið, RNLI eisini hevur føroyska flaggið sum búmerki.