Heilsan til Theodor Hansen á 70 ára degnum

Theodor var borin í heim vid Gjógv tann 20. juli 1935. Hann er sonur Katrinu Mariu og Hans Jákup Hansen, bæði ættað frá Gjógv.
Í 1954 fluttu tey øll til Havnar, tá Theodor fór á læraraskúla, haðani hann tók prógv í 1958.
Á læraraskúlanum møtti hann Ingerð, hon var ættað úr Sandavági, dóttir Olgu og Niels Joensen.
Tey giftust tann 12. septembur 1959 og fingu trý børn: Hans Petur, Anna Maria og Jógvan Sørin.
Í 1991 gjørdist Ingerð álvarsliga sjúk og tað var Theodori ein stór sorg, tá ið hann misti konuna í 1993.
Men Theodor fann góða troyst í góðum vinfólki, og ikki minst abbabørnunum: Emil, Trine, Magnus, Inga Maria og Jónfinni.
Tvey av abbabørnunum búgva í Danmark, og oftani kemur abbin at ferðast. Tá verður stákað óført í køkinum saman við abbabørnunum, serliga tær góðu føroysku og tjúkku pannukøkurnar verða oftani bakaðar.
Í 41 ár starvaðist Theodor sum lærari, fyrst í Húsavík, har hann eisini røkti starvið sum klokkari, urguleikari, gravari og deknur. Í 1963 fluttu tey til Havnar, har Theodor fekk starv sum lærari á Tórshavnar Kommunuskúla. Har starvaðist Theodor í næstan 36 ár, og í 1999 fór hann frá, men hann er virkin vikarur á skúlanum enn, og tað er hann ógvuliga glaður fyri.
Gjøgnum alt lívið hevur Theodor skrivað og umsett eitt ótal av bókum og smásøgum. Honum dámar væl at skriva, og tað kemst eisini av at Theodor altíð hevur havt ein sera stóran kærleika til tað føroyska málið.
Hann hevur eisini luttikið í nógvum felagsvirksemi, og hevur m.a. verið sera virkin í KFUM í Havn, og hevur sitið í nevndini í hesum felagnum, eins og í Kristiligum Lurtara- og Síggjarafelag og í Blákrossi.
Vit fara at ynskja tær hjartaliga tillukku við 70 ára føðingardegnum, og takka fyri alt tað góða, tú altíð hevur verið fyri okkum øll.

Kærar heilsanir

Børn, abbabørn og mamma.