Heilsan til Pál á seksti ára degnum

Pál Weihe varð settur sum yvirlækni í arbeiðsmedicini undir sjúkrahúsverkinum 1. mai 1988. Tá varð deildin kallað Arbeiðsmedisinska Deildin, men í dag hevur deildin heitið Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu.

Pál byrjaði tær fyrstu kviksilvurkanningarnar í 1986 við gott túsund børnum, og í 1994 byrjaðu PCB kanningarnar við uml. 180 børnum. Eftir hetta hava nógvar ymiskar kanningar verið í gongd, bæði av gomlum, ungum og børnum, og er tað ikki sørt av vísindaligum arbeiði, ið liggur eftir hesar granskingarverkætlanir. Fyrsta greinin um kviksilvureitran frá 1997 verður endurgivin í nærum 700 vísindaligum greinum.


Hann hevur havt úr at gera hesi árini, síðan hann setti deildina á stovn. Hevur sitið í nógvum nevndum og ráðum. Frá 1990-2001 var hann formaður og næstformaður í Rúsdrekkaráðnum, og hesi árini hevði hann eisini skrivstovuna hjá Rúsdrekkaráðnum um hendi. Seinni er hetta vorðið til Fyribyrgingarráðið og nú Fólkaheilsuráðið, har hann aftur gjørdist formaður fyri í 2005.


Hann var eitt skifti formaður fyri Aids-ráðið, í nøkur ár nevndarlimur í Ferðslutrygd umframt í Granskingarráðnum. Haraftrat var hann í fleiri ár formaður fyri Listafelag Føroya.


Eisini hevur hann verið granskingarlektari á Syddansk Universitet síðan 1995 og gestagranskari á Harvard Universitet síðan 2004.


Hesi ár, síðan deildin varð sett á stovn, hevur hann arbeitt undir fleiri landsstýrismonnum: M.a. Tordur Niclasen, Olaf Olsen, Jóannes Eidesgaard, Andreas Petersen, Óla Jacobsen, Kristian Magnussen, Helenu Dam á Neystabø, Sámal Petur í Grund, Bill Justinussen, Óla Jacobsen, Hans Paula Strøm og nú Aksel Johannesen.


Virksemið her á deildini er sera nógv vaksið. Tey fyrstu árini vóru bert hann og ein skrivari, men nú eru vit uml. 15 føst fólk og haraftrat nøkur aftrat í samband við tær ymsu granskingarnar.


Hann hevur megnað at bygt ein granskingarstovn upp frá grundini av, sum er einasti granskingarstovnur av sínum slag í Føroyum. Tað hevur ikki altíð verið og er ikki tann stóri vælvilji frá politisku myndugleikunum viðvíkjandi gransking yvirhøvur, men hann hevur ongantíð givið upp.


Pál er ein ótrúligur íverksetari. Hevur nógv áhugamál og er ein sera áhugaverdur persónur. Eitt av hansara áhugamálum seinastu árini hevur verið gastronomi. At verða boðin til borðs, tá Pál hevur gjørt okkum ein góðan bita, er ein fragd.


Góði Pál, vit ynskja tær hjartaliga tillukku á seksti ára degnum og góðan byrð framyvir.


Heilsan frá


Starvsfeløgunum á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu