Í dag verður ein kendur klaksvíkingur, Eskild Norðbúð, 80 ár, og verður í hesum sambandi ynskt hjartaliga tillukku við degnum.
Hóast komin til árs, so er Eskild framvegis sera lættur á fótum ? og sinnið hevur hann eisini lætt. Hugsaði um, tá hann fyri nøkrum árum síðani var illa sjúkur. Eg møtti honum, tá hann var komin á føtur aftur, og segði nakað soleiðis: »Nú, ert tú komin fyri teg aftur, Eskild?«, og hann svarar, lættur sum altíð, at tað skuldi bara manglað?
Eskild hevur altíð verið heilhjartaður javnaðarmaður, og var hann soleiðis sera virkin í Norðoyar Javnaðarfelag, kanska serliga í fimmti- og sekstiárunum, tá hann var nevndarlimur og eitt skifti formaður. Eskild varð valdur í kommunustýrið í Klaksvík, sum sat frá 1966-70.
Hjartaliga tillukku við degnum, Eskild!
Vinarliga
Vilhelm Johannesen