Heilsan til blaðstjóran á Dimmalætting

Tað er rætt Ingi, at dagurin í gjár var ein buldr­as­lig­ur dag­ur upp á allar mát­ar pol­it­iskt, eg hevði samrøðu við nógv tíðindafólk millum onn­ur Janus Haraldsen frá Dimm­a­lætting, viðvíkjandi út­meld­ing­ini hjá Alfred Olsen, kann eg ikki minnast meg hava sagt meg einki hava vitað um, at Alfred Olsen ætl­aði at siga seg úr samgonguni, tí tað hevði Alfred Olsen sagt mær áðrenn, júst sum hann so rætt sigur í blað­grein í dag.

Havi eg sagt nakað skeivt í øll­um meldrinum, so umberi eg og síggi eg hetta sum eina mis­skiljing, eg vil ikki siga, at eg eri endurgivin skeivt, um eg við hesum geri blað­mann­inum órætt, men kann tað møguliga hugsast, at eg eri endurgivin skeivt ella kem­ur tað ikki fyri??
PS: Hevði samrøðu um sama mál við Sosialin, og har var eingin misskiljing.
Eini gleðilig Jól og gott nýggj­ár.