Heilsan til Barnahúsið Margit

Tað vóru framskygdar kvinnur og menn sum fyri 50 árum síðani tóku stig til Dr. Margrethu barnagarðin. Tey gjørdu tað, tí tey sóu ein tørv, samfelagið var byrjað at broytast, mammur fóru nú út at arbeiða. Henda gongdin hevur staðið við líka síðan, og tí hava vit í dag fleiri vælvirkandi stovnar og dagrøkt í Klaksvík

Hesi fólkini, ið tóku stig til Dr. Margrethu barnagarðin, høvdu neyvan væntað, at tað fór at taka 50 ár til vit fingu fyrsta stovnin bygdan til endamálið.

Hví tók tað so longi. Helst eru fleiri orsøkir til tað, í politikki er tað altíð ein spurningur um raðfesting, hvat skattakrónurnar skulu nýtast til. Tað hevur tikið langa tíð at fáa sonevndu bleytu virðini við í raðfestingarnar, men tað er at fegnast um, at alt fleiri politikarar hava tikið hetta til sín. Og tað er at fegnast um at vit standa her í dag.

Vit vita, at Margit Joensen, sála var ein eldsál og brendi fyri hesum barnagarðinum. Hon hevur mangan staðið einsamøll, tí Oddbjørg Sólbjørg, ið var onnur kvinnan í býráðnum tá, var bert inni sum eykalimur. Arbeiðið hjá Margit og hinum í bygginevndini var so væl úr hondum greitt, at tekningarnar kundu nýtast nærum óbroyttar, tá byggjast skuldi.

Tað, at vit standa her í dag og fegnast er eitt tekin um, hvussu stóran týdning tað hevur at bæði kynini eru saman um at taka avgerðir.

Karmarnir á hesum stovninum eru av teim allarbestu, men karmar uttan innihald eru onki. Øll tit ið starvast her hava eina stóra ábyrgd, tit skulu nú ganga á odda fyri at skapa eitt innihald fyri tey børn ið verða latin í tykkara varðveitslu. Hetta setur stór krøv, sambært dagstovnalógini skulu tit:

 

Menna og menta børnini

Í samvinnu við foreldrunum geva børnunum eina kristna siðalagsliga uppaling

Búgva tey so tey kenna rættindi og skyldur í einum fólkaræðisligum samfelag

Menna skapandi evni, samleika, sjálvsvirði og sjálvkenslu

Tryggja eitt heilsugott og stimbrandi umhvørvi

Í samstarv við heimi styrkja barnsins fjølbroytnu menning – samspæl við nattúruna

 

Hetta eru stór og føgur orð, men eg ivist onga løtu í at tit, við Hedvig á odda, fara at megna at lyfta hesa uppgávu so barnahúsið Margit verður ein perla hjá Klaksvíkini.

Eg sigi við vilja ein perla, tí vit hava nakrar og kunnu ikki gevast fyrr enn vit hava eina røð av perlum, ið tilsamans geva eitt vakurt perluband innan barnaansing – tað má vera málið !

At enda vil eg ynskja tykkum øllum hjartaliga tillukku og góða eydnu.