Heilsan løgmans til Útvarp Føroya

á fimmti ára hátíðardegnum

Fyri fimmti árum síðani byrjaði okkara felagsogn, Útvarp Føroya, at senda. Dagurin 6. februar er søguligur, árini mong og týdningurin ovurstórur.
 
Tá útvarpið byrjaði, fingu vit okkara fyrsta loftborna miðil. Føroysku miðlarnir, ið vóru frammanundan, avísir ella tíðindabløð, umboðaðu tað skrivaða orðið, men útvarpið slóðaði fyri tí talaða orðinum. Fyrr lurtaðu vit serliga eftir norðmanninum, men nú fingu vit heimin inn í heim okkara á egnum máli og av egnum myndugleika, og tað var nakað nýtt.
 
Nú varð talaða orðið her heima skilt sundur í tíð og stað. Fáa staðni í heiminum er slík andakt at hoyra útvarpið sum í Føroyum. Í hálva øld hevur hesin stovnur verið sum annað fólk í húsinum, hevur verið við morgunmatarborðið, døgurðaborðið og nátturðaborðið. Hann hevur verið okkara fylgisneyti í góðum og ringum tíðum, hann hevur fylgt við okkum, og vit hava fylgt við honum.
 
Talaða orðið og fólkaræðið hoyra saman og her hava útvarpið og seinni eisini sjónvarpið alstóran týdning. Hesi eru í dag samantvinnaðir tættir, sum hava tørv á hvør øðrum, so mikið at tríbýtta valdsbýtið í roynd og veru er ferbýtt. Tað tryggjaða frælsa orðið í grundlógini gjørdist uppaftur frælsari við útvarpinum og fjølmiðlunum sum heild. Tað styrkir fólkaræðið og gagnar samfelagnum og øllum stættum langt inn í framtíðina.
 
Og øll eru við. Heilt frá tí vit byrja dagin við morgunandaktini til børnini og barnaútvarpið, til húsmóðurina, til tann ferðandi í bilinum á veg til arbeiðis, til flakakvinnuna og sjómannin ella tann óarbeiðsføra at lætta um dagin, og ikki minst tey eldru, sum nú frætta tíðindi gjøgnum útvarpið, sum tey fyrr fingu, tá grannin stakk inn á gólvið, satt at siga vit byrja og enda dagin við útvarpinum. Útvarpið verður flokkað sum mentanarstovnur, men tað hevur eisini eina sosiala síðu, sum ikki eigur at verða undirmett.
 
Loftrúmið er tað rúmið, har størstu broytingar fara fram. Fylgisveinar og fylgismoyggjar eru okkara fylgisneytar. Alt meiri tøkni verður samskipað, men nú almennu loftmiðlarnir eru vorðnir ein felags stovnur, standa teir sterkari mótvegis teim tøkniligu broytingunum, ið nýggja tíðin ber í sær. Og styrki skal til, tað ynski eg okkara fylgisneyta eisini tey næstu fimmti árini. Hjartaliga til lukku og góðan byr, kringvarpið!
Jóannes Eidesgaard, løgmaður