Í Føroyum sum í so nógvum øðrum útjaðaraøkjum hava vit í nógv ár kent sviðan av troti á læknum. Hetta er ein avbjóðing, sum ikki verður minni í komandi árum, og tí mugu vit hugsa út úr kassanum fyri at koma fram til brúkiligar loysnir.
Neyðugt er at gera eitt stórt arbeiði fyri at styrkja heilsuverkið við fleiri læknum og við at geva nógv fleiri læknalesandi orsøkir til at velja Føroyar sum framtíðar heimland.
Eitt fólkatingsumboð fyri C arbeiðir fulla tíð við at skapa bestu karmar fyri samstarvi, eisini á heilsuøkinum.
Hetta gera vit við at:
· uppraðfesta gransking innan heilsuvísindi
· bjóða læknalesandi betri umstøður at útbúgva seg og at granska
· bjóða føroyskum læknalesandi uttanlands til ein árligan dag um heilsuverkið
· styrkja samstarvið millum føroyska og danska heilsuverkið
Fólkatingsumboðið fyri Javnaðarflokkin skal skapa altjóða ans fyri okkara heilt serligu støðu sum granskingarøki innan heilsu, so vit kunnu byggja á teir mongu møguleikar, sum eru í okkara samfelag.
Vel Javnaðarflokkin á Fólkating, so velur tú úrslit.
Kristianna Winther Poulsen,
valevni fyri Javnaðarflokkin til fólkatingsvalið 2015