Hesa vikuna ber til at lata seg kanna fyri KOL og Typu2 diabetes í Havnini. Átakið verður gjørt, tí at mett verður, at tað ganga einir túsund føroyingar við typu2 diabetes, uttan at vita tað. Hetta verður staðfest í Diabetes kanning, sum endaði í mai mánaði í ár.
300 fólk eru nú kannað fyri KOL og typu2 diabetes seinastu fýra vikurnar. Tær tvær seinastu vikurnar hevur Fólkaheilsuráðið verið í Eysturoynni og gjørt kanningarnar og útvið 200 meldaðu til og vórðu kannað. Byrjað varð í Klaksvík, har meira enn hundrað fólk meldaðu seg til. Síðani varð hildið fram í Runavík.
Fólkaheilsuráðið hevur sett sær fyri at finna hesi fólkini, sum ikki vita av, at tey eru á vandaleið. Talið fer ivaleyst at vaksa tey komandi árini, samstundis sum støðugt fleiri og eisini yngri fólk fara at fáa sjúkuna.