Eirikur Lindenskov
Men staðfestast kann kortini, at næstan allar dunnurnar eru av salmonellafongda merkinum, UK 5036 EEC.
Útvarpið bar á middegi tey tíðindi, at heilsølurnar Poul Hansen og J. F. Kjølbro taka innaftur dunnurnar, sum seldar eru. Tær verða sendar aftur útflytaranum í Danmark.
Tey, ið keypt hava dunnurnar, kunnu býta tær umaftur í handlinum, har tær eru keyptar og fáa pengarnar aftur ella aðra vøru.
Í fjør kannaði Heilsufrøðiliga Starvsstovan eisini jóladunnurnar, men tá var eingin salmonella funnin - og fyrraárið var aá sama hátt.
Við útvarpið segði Bárður Enni, at royndirnar hesaferð vísa, at skilið ikki er nóg gott, og tí fer Starvsstovan at skerpa eftirlitið.