1. januar gjørdist tað bíligari at keypa heilivág á apotekinum. Apoteksverkið hevur lækkað prísin við tveimum prosentum, eftir at landsstýrismaðurin í heilsumálum, Karsten Hansen, framdi eina broyting í eini kunngerð.
Tískil verður tað framyvir eitt vet bíligari hjá fólki, sjúkrahúsum og vinnu at keypa heilivág.
Apoteksverkið hevur einkarrætt at flyta inn og selja heilivág í Føroyum. Prísirnir eru ásettir eftir greiðum reglum í kunngerðini um áseting av søluprísi á heilivági.
Broytingin kom í gildi tann 1. januar 2015.










