Í hesum døgum sita nógvir ungdómar og fyrireika seg til próvtøkurnar, ið eru fyri framman.
At fara til próvtøku kann fyri summi vera ein so mikið stórur trupulleiki, at til ber at siga, at tey hava próvtøku ótta.
Erlig Fles er sálarfrøðingur og hevur undivísing og fyrilestrar um ótta.
- Ótti er ein natúrlig verjuskipan, sum vit øll hava, og sum vit merkja í støðum, har vit skulu prestera okkurt og verða dømd av øðrum. Í summum førum tekur hesin óttin tó yvir, sum til dømis tá fólk skulu til eina próvtøku, soleiðis at tað verður ein trupulleiki og tey klára ikki at halda focus, sigur Erling Fles.
Hann heldur ikki, at tað er eitt gott hugskot, at næmingar taka heiluvág ella drekka sær mót, áðrenn eina próvtøku.
- Tað er eingin varandi loysn, tí tú lærir einki av tí. Ótti er nakað, tú mást tú arbeiða við, og tú mást læra at kenna tær kenslurnar og tankarnar, sum tú fært, tá tú ert til próvtøku, um tú skalt sleppa undan óttanum, greiðir Erling Fles frá.
Tað er ymiskt, sum næmingar við próvtøkuótta sjálvir kunnu gera, fyri at sleppa undan próvtøkuótta.
- Umráðandi er at hava fokus á teir tankarnar og kenslurnar, sum koma fram, og síðani brúka tað positivt. Eisini er týdningarmikið at royna at hava ein vanligan gerandisdag og ikki leggja alt um, meðan mann lesur til próvtøku. Grundleggjandi ting so sum at eta og røra seg hava eisini týdning, sigur Erling Fles.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr Erling Fles greiða frá og koma við góðum ráðum í sambandi við próvtøku.










