Heilivágur og narkotika:Álvarsligar hóttanir í ferðsluni

Umframt rúsdrekkakoyring er doyvandi heilivágur og narkotika vorðin ein alt meira álvarslig hóttan í ferðsluni í Danmark. Ein kanning vísir at alkohol, narkotika ella doyvandi heilivágur eru orsøkin til minst sættu hvørja ferðsluvanlukku

Læknar við Aarhus Kommunehospital hava kannað blóðroyndir frá 440 ymiskum persónum, sum eru deyðir í ferðsluni. Úrslitini vóru ræðandi. Fjórði hvør hevði ov høga alkoholpromillu, meðan triðji hvør hevði narkotika ella doyvandi heilivág í blóðinum - t.v.s. fleiri enn tey sum vóru ávirkaði av alkoholi. Ábyrgdarhavandi yvirlæknin metir, við støði í hesi kanning, at evnir sum alkohol, rúsdrekka, narkotika ella doyvandi heilivágur eru atvoldin til minst sættu hvørja ferðsluvanlukku.
Ein frágreiðing frá ferðslumálaráðnum í 1998 vísti á hættisligu støðuna. Niðurstøðan tá var, at doyvandi heilivágur og narkotika, einsamøll, ella saman við alkoholi, var við at blíva ein álvarsligur trupulleiki í donsku ferðsluni, eins og í nógvum øðrum londum. Talan er um sera høg tøl, sum eiga at fáa politisku myndugleikarnar at vakna.
Tað mest ræðandi er at lógarásett promillumørk eru fyri rúsdrekkakoyring, men eingi mørk eru fyri doyvandi heilivági ella narkotika. Tað er í sjálvum sær ikki ólógligt at koyra í ferðsluni við heilivági ella narkotiskum evnum í blóðinum. Tað er einans um hesi evni ávirka evnini hjá bilføraranum "at føre køretøjet på en fuldt betryggende måde", sum tað stendur í donsku lógini.

Kostnaðarmikil útgerð

Ein annar trupulleiki er, at politiið onga útgerð hevur at máta um ein bilførari er ávirkaður av øðrum evnum enn rúsdrekka. Um teir hava ein illgruna, er blóðroyndin einasti møguleiki fyri at fáa hetta váttað. Hendan blóðroyndin skal síðan kannast av einum rættarlækna, sum kann siga hvørji evni eru í blóðinum, har kann vera alt frá nervaheilivági til onnur hørð evnir. Hetta arbeiði er sera kostnaðarmikið, og enn mangla lógarásett mørk fyri hvussu nógv av hesum evnum kunnu vera í blóðinum. Danska politiið sendir árliga einans 200 blóðroyndir til kanningar fyri ferðsluvandamiklan heilivág ella narkotika. Til sammeting kann nevnast at umleið 5.000 norðmenn og 5.000 sviar hvørt ár verða dømdir fyri at koyra við doyvandi heilivági ella narkotika í blóðinum.
Svøríki og Týskland hava innført null-markið, so har er onki at kjakast um. Týska politiið hevur eisini fingið royndarútgerð til at taka blóðroyndir á staðnum.
Danska løgmálaráðið hevur sett eina nevnd, sum skal meta um revsikarmin fyri rúsdrekkakoyring og hvussu politiið kann fáa myndugleika at leggja upp í tá bilførarar koyra ávirkaðir av doyvandi heilivági ella narkotika.

Kelda: FDM / Motor