Heilivágur ímóti fuglakrími er á veg

Avstralskir gransk­arar halda seg vera komnar væl ávegis við einum heilivági ímóti fuglakrími

Granskararnir gjørdu tær fyrstu royndirnar við fólki í oktober í fjør, og úrslitini vóru so góð, at teir ætla nú er gera royndir við 800 fólkum, teirra millum fleiri børnum og eldri fólki, skrivar AP.
Terry Nolan, professari á lærda háskúlanum í Mel­bourne, sigur, at tann nýggi heilivágurin fer ikki at verja fólk ímóti H5N1, um virusið broytist, so tað eisini fer at smitta ímillum fólk.
 Heilivágurin er ætlaður tí fuglakríminum, sum vit kenna í dag. Fer sjúkan at smitta ímillum fólk, er støð­an ein heilt onnur, og so má heilivágurin broytast, sigur hann við AP.
Heilsumyndugleikarnir í fleiri londum og heims­heilsu­stovnurin WHO bera ótta fyri, at fuglakrím fer at smitta ímillum fólk eins og vanligt krím. Hendir tað, fáa vit eina heilsumfatandi farsótt, sum kann krevja fleiri milliónir mannalív.
Tey seinastu trý árini hev­ur fuglakrím kravt 91 manna­lív.