Í fyrsta ársfjórðingi av 2012 er sannlíkt, at koppingarevnið er góðkent í Danmark ímoti koronuvirus – og harvið eisini í Føroyum.
Tað metir stjórin í Heilivágsstýrinum, Thomas Senderovitz, eftir góðu kanningarúrslitini, sum hava verið frá ymsu framleiðarunum.
– Eg haldi, sum tað sær út nú, at tað er sannlíkt, at vit longu í fyrsta ársfjórðingi næsta ár fara at hava fyrsta koppingarevnið góðkent.
– Men nær vit so kunnu fara undir at koppseta, er enn ov tíðliga at siga, sigur stjórin.
Fleiri hundrað feløg kring heimin royna at menna eitt koppingarevni ímóti covid-19. Í Danmark arbeiða millum annað Statens Serum Institut upp á eitt koppingarevni, sum skal kannast við fólki í 2021.
Fleiri feløg eru tó komin longri enn SSI. Í dag hevur amerikanska felagið Moderna greitt frá fyribils kanningarúrslitum frá eini fasu trý-kanning við einum virknaði upp á sløk 95 prosent.
Fasa trý er tann síðsta fasan, áðrenn heilivágur verður góðkendur til nýtslu.
Í síðstu viku kundu feløgini Pfizer og Biontech siga okkum, at fyribils kanningarúrslit av teirra koppingarevnið eftir ein virknað upp á 90 prosent.
Virknaðurin í teimum fyribils kanningunum av teimum báðum koppingarevnunum kann tó ikki samanberast, vísir Thomas Senderovitz á.
Tað er tí, at fyribils dátur, og at munurin á effektini av heilivági kann bert ávíst í kanningum, har tey beinleiðis kunnu samanberast.
– Tí sær tað út sum um, at tey liggja á sama støðu út frá hesum ógvuliga fyribils úrslitunum. Tað sær ógvuliga skilagott út fyri bæði koppingarevnini, sigur stjórin.
Hann sigur víðair, at Det Europæiske Lægemiddelagentur (EMA) hyggur eftir báðum koppingarevnunum.
Thomas Senderovitz er partur av nevndini í ES-felagsskapinum, sum góðkennir koppingarevni.
Tí heldur Senderovitz, at tað gongur í mesta lagi ein mánaður, frá at tey hava hugt eftir síðstu dátunum – sum hava víst seg at vera trygg – til eitt koppingarevni verður góðkent. Vanliga ganga 60 dagar.
– Tað verður eingin óneyðu bureaukratisk seinkan. Men tað kann ikki ganga ov skjótt.
– Tað skal vera skil í trygd og dátum. Tað er tað sum hevur størstan týdning, sigur hann.
/ritzau/











