Heilir tríggir bilførarar tiknir fyri at koyra við kenning

Ein av teimum rýmdi undan einum ferðsluóhappi

 

Í gjár vórðu ikki færri enn tríggir bilførarar skuldsettir fyri at koyra við kenning. Tann fyrsti varð tikin í Havnini tíðliga á morgni, har fólk ringdu at boða frá einum ferðsluóhappi. Hann hevði rent á ein bil, sum stóð parkeraður, men hann gjørdi ikki mætari enn at rýma av staðnum.

Tey fingu kortini nummarplátuna á bilinum, so tað eydnaðist løgregluni at finna hann aftur.

Bilførarin fellur upp á seks tíma regluna. Tað merkir, at er bilførari uppi í einum óhappi, kann hann ikki drekka í seks tímar aftan á. Ger hann tað, og ein blóðroynd vísir, at hann er ávirkaður, verður hann skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.

Í hesum føri fann løgreglan hann áðrenn seks tímar vóru farnir og tá ið hann blásti í alkometrið, vísti tað, at hann var ávirkaður, og tískil varða blóðroynd tikin. Vísir hon, at hann er ávirkaður, verður hann skuldsettur fyri at koyra við kenning, tí seks tíma reglan ger, at tað nyttar einki hjá honum at siga, at hann hevur drukkið aftan á óhappið.

Seinni í gjáramorgunin varð ein annar bilur steðgaður í havn og eisini í tí førinum vísti alkometrið at hann hevði drukkið so mikið, at blóðroynd varð tikin av honum.

Og í gjár varð ringt til løgregluna at boða frá, at ein bilførari hevði eitt so undarligt koyringarlag at tey høvdu illgruna um, at hann koyrdi við kenning. Og rætt var, tí tá ið løgreglan steðgaði honum vísti alkometrið so mikið, at tey eisini tóku blóðroynd av honum.