Heiligávur fyri hjarta kann elva til bróstkrabba

Nýggjar rannsóknir benda á, at kvinn­ur, sum brúka hjarta­heili­vág­in di­go­x­in, eru í størri vanda fyri at fáa brós­t­krabba enn aðrar kvinnur

Árni Joensen

Tíðarritið Journal of Clinical On­cology skrivar, at danskar rannsóknir vísa, at kvinnur, sum taka digoxin orsakað av hjartatrupulleikum og ó­regl­u­ligum hjartaslátti, eru í 40 pro­sent størri vanda fyri at fáa bróstkrabba enn kvinnur, sum ikki brúka heilivágin.
Kanningarnar umfataðu kvinn­ur, sum tóku digozin í ár­u­num frá 1995 til 2008. Nið­ur­støðan er, at av 104.648 kvinn­um høvdu 2.144 fingið bróst­krabba. Harafturat vísti tað seg, at hjá kvinnum, sum góv­ust at taka heilivágin, mink­aði vandin fyri bróst­krabba.
Um orsøkina til at dig­o­x­in økir vandan fyri bróst­krabba siga teir donsku gransk­ar­ar­nir, at heilivágurin virkar á líkn­andi hátt sum østrogen, og tað er gomul vitan, at tað hor­mo­nið økir vandan fyri krabb­ameini.
Granskararnir gera tó vart við, at ágóðin av at brúka digoxin fyri hjart­a­trup­ull­eikar kann vera størri enn tann økti vandin fyri krabb­a­meini.
Fyri tveimum árum síðani noydd­ist heilivágvirkið Ac­t­avis Totowa, ið ger hjart­a­heil­i­v­ág­in digitek, ið virkar eins og digoxin, at taka vøruna av markn­aðinum, tí tað vísti seg, at summar tablettir vóru tvær ferðir størri, enn tær áttu at vera. Av tí sama var vandi fyri, at fólk fingu nógv meiri heilivág, enn tey áttu at fáa.