Heili 6546 mótmæltu nýggjum tinghúsi

Heili 6546 mótmæltu nýggjum tinghúsi

Í gjár, áðrenn tingfundin klokkan 13:30, fekk Finnbogi Ísakson, løgtingsformaður, handaðar 6546 undirskriftir. Mótmælisundirskriftirnar handaðu tey, ið hava staðið fyri at savnað inn undirskriftir ímóti bygging av nýggjum tinghúsi. 6546 er stórt tal og so skal eisini havast í huga, at seðlarnir hava bert ligið frammi í høvuðsstaðnum.

Í skrivi í samband við handanina siga savnararnir, at tey handa hesar 6546 undirskriftir frá persónum og handlum, sum mótmæli ímóti, at Tinghúsið, sum tað í dag stendur, verður tikið niður, fyri at vit skulu fáa eitt nýmótans hús á Tinghúsvøllin ístaðin.

Víðari siga tey: Vónandi fyri okkum er, at tað ikki verður bygt meira í miðbýnum. Lat okkum frøðast yvir tað sum eftir er. Vegna innsavnararnar hava Hanus Jensen og Sissal Kristiansen skrivað undir skrivið, ið handað varð løgtingsformanninum.