Í Hósvík er lagið gott, og frøin er stór á fyrireikarunum.
Marni Joensen, formaður í Hósvíkar Róðrarfelagi, sum skipar fyri Regatta sigur í stuttari viðmerking til in.fo, at heili 135 bátar meldaðu til Regatta-siglingini á hesum sinni, og tað stórfegnast tey um í Hósvík.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Vilmund D. Jacobsen gjørdi í sendingini "Bátaradio" á Rás2 við Marna Joensen.
Marni Joensen slær fast, at uttan uppbakningin og stuðulin frá øllum bygdarfólkunum, so hevði tað ikki borið til at fingið tiltakið at hingið saman.
Marni Joensen staðfestir eisini eitt gott og fyrimyndarligt samstarv millum Regatta og Ovastevnuna, sum er báðum pørtunum til stórt gagn.
- Hetta er tað mesta, sum hevur verið til Regatta, greiðir ein fegin Marni Joensen frá.