Á Grækarismessu hevði eg í Dimmalætting grein undir heitinum: “Føroyingar ilt við at koma aftur”, har eg vísti á nakrar veruleikar bæði negativar og positivar, samstundis sum eg ávaraði ímóti gykli og fyrigykli av samfelagsmenningni við suggesjóns-geyli uttan próvførslu.
Helt fyri, at umráðandi er, at vit fáa føroyingar heimaftur, sum kunnu geva samfelagi okkara nakað, og sum eg m.a. tók til, at, “hesi ikki bara gerast uppáhang hjá almenna sektorinum, men økja um okkara vinnu og útflutning, tí heimamakrnaðurin er avmarkaður”!
Hetta fær Hórald Joensen, granskingarleiðara á Granskingarkjarnanum í evnafrøði og lívtøkni, Lektara á Náttúuvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya til í greinum, og sum eg skilji eisini í fyrilestri at gera ta niðurstøðu, at: “.. Tað er undranarvert, at ein av fyrrverandi leiðandi monnum landsins kallar øll tey, sum ikki beinleiðis økja um vinnu og útflutning okkara, fyri uppáhang hjá almenna sektorinum. Hesi fólk, sum ikki arbeiða í høvuðs- og framleiðsluvinnuni, eitt nú fólk í heilsuverkinum og undirvísingarverkinum, eru altso sníkar samfelagsins....!
Tendensiøs niðurstøða
Tað kann tykjast løgið, at granskingarleiðari fer so lætt um heildina og ikki hyggur út fyri dyr ella kanska heldur longur út.
Henda tendensiøsa og villleiðandi - ja næstan politiska - niðurstøða hansara um heildina í grein míni er uttan iva sprottin úr heldur løgnu sjónvarpssendingini um at fáa livrina til høldar, har granskarin Hóraldur Joensen so lætt og elegant fær 2 mia. krónur burtur úr livrini, um bert sjómenn og vinnulívsfólk gjørdu sítt arbeiði.
Sjálvur vísti eg bert á, hvat stjórin á Faroe Marine Biotech helt fyri bæði við sínum egnabrá og síðani við orðum, og tað sum kendi og royndi sjómaðurin og skiparin vísti á við mongdini av livratøku.
Út frá grein Hóralds verður helst neyðugt við fleiri viðmerkingum frameftir!
Hann fellur bæði órættan og heldur harðan dóm, tá hann sigur, at okkara hugburður ger, at okkara unga fólk ikki kemur heimaftur og sum hann tekur til: “Stygd heiman av neiligum hugburði og eitrandi orðavali”.










