Heildin er har

Heini Joensen var hampuliga væl nøgdur um føroyska avrikið sunnudagin, og sjálvur helt hann, at føroska liðið nú er við gerast ein verulig heild, har allir stríðast fyri øllum

Landsdystur

Fyri mong mundi tað vera óvæntað, at Heini Joensen ikki taldust millum leikararnir, sum umboðaðu Føroyar í fyrra landsdystinum um vikuskiftið.
Seinna dystin móti Ísrael var sterki lámurin tó aftur millum álitini á liðnum, og hann prógvaði til fulnar, at tað er neyðugt við eini skotsterkari vinstrahond, tá landsliðið spælir.
Hóast hann sostatt fekk prógvað sítt virði í seinna dystinum, so tóktist hann ikki á nakran hátt vónbrotin av, at hann ikki hevði verið við fyrru ferðina.
- Eg havi havt eina uppgávu í skúlanum, sum varð latin inn beint undan fyrra dystinum. Hetta hevur kravt nógva orku frá mínari síðu, og tí havi eg kanska ikki verið heilt klárur í høvdinum í venjingunum upp til dystirnar, og tað kanst tú ikki loyva tær. Skalt tú vera á landsliðnum, so mást tú vera 100% við hvørja ferð.

Knæ í høvdið
Hóast Heini sjálvur mátti ein túr í læknarúmið undir dystinum sunnudagin, so kom hann aftur á vøllin í seinna hálvleiki, tó at hann tá hevði eitt stórt plástur á høkuni. Sjálvur segði hann um hetta, at ein ísraeli hevði traðka seg á andlitið ta einu ferðina í fyrra hálvleiki, men hóast hørðu viðferðina, so lat hann tó hampuliga væl at dystinum.
- Eg haldi í øllum førum, at vit fingu víst, at vit hava eitt hampuliga gott lið. Hetta liðið, sum spældi í dag, er tað sama, sum hevur verið saman til allar venjingarnar, og eg haldi sjálvur, at vit til tíðir spæla ein fínan dyst í dag. Vit stríðast væl fyri hvørjum øðrum, og ikki minst í fyrra hálvleiki riggar tað væl, har vit veruliga fáa frustrerað teirra leikarar.
- Í seinna hálvleiki var tó øðrvísi. Teir skifta málverjan út, og nýggi maðurin tekur so at siga alt, sum vit skjóta eftir honum. Vit kundu kanska í fleiri førum havt bíðað eitt sindur longri við skotinum, men hinvegin vóru vit eisini alla tíðina undir hørðum trýsti.

Stríðast alla tíðina
Tveir dystir eru eftir hjá føroyska landsliðnum í hesari undankappingini. Belgia stendur fyri framman, og longu tá lutakastið var, varð roknað við, at hetta mundu verða dystirnir, har føroyska liðið hevði bestan møguleika at standa seg.
- Nú kenni eg einki til Belgia, men á pappírinum eru teir so liðið, sum vit hava bestan møguleika ímóti. Teir taptu eisini greitt fyri Ísrael, so eftir tí at meta, so skuldu vit havt ein kjans. Men tað krevur so, at vit allir sum ein eru púrasta klárir til dystin. Avrikið skal í 60 minuttir vera hitt sama, sum tað var í fyrra hálvleiki í dag, sigur Heini Joenense at enda.