»Heildarmeting« feldi Hans Johannes

Tað var ein heildarmeting hjá Bjørn Kalsø, lands­stýr­is­manni í ment­amál­um, sum gjørdi, at hann gekk frá inn­stil­l­ing­ini hjá set­an­ar­bólk­i­num og setti Vilhjárm Gre­gor­i­us­sen í starvið sum stjóri á Vinn­u­há­skúl­a­num.

Setanarnevndin var ann­ars ikki í iva og segði, at Hans Jo­hannes á Brúgv var tann nógv best egnaði um­søkja­rin til starvið, sum hann hann annars hevur røkt sein­astu átta árini.
Við útvarpið fríggj­a­dag­in segði Bjørn Kalsø, at hann ikki hev­u­r sæð burt­ur frá til­mæl­i­num frá set­an­ar­ból­k­inum, sum hevði víst á tríggj­ar skikk­að­ar um­søkj­ar­ar.
– Eg byggi avgerðina á eina heild­ar­meting, sum er bygd á lóg­lig og saklig kri­te­r­i­i, segði Bjørn Kalsø.
Vit hava ikki innlit í til­gongd­ina í hesum máli, men tá lands­stýrismaðurin tosa um eina »heildarmeting«, so virk­ar tað, sum har er okk­urt, hann ikki vil siga...