Heildarloysnir til vinnuna úr rustfríum stáli

Frithleif Olsen, leiðari á FJM, sigur, at styrkin hjá maskinverkstaðnum í Runavík er, at felagið hevur gott og dugnaligt fólk, og at hesi alla tíðina hava útvegað sær serkunnleika innan framleiðslu av útgerð til fiskiídnaðin. - Vit hava soleiðis loyst óteljandi uppgávur fyri fiskavirkir, fiskiflotan og onnur, sum hava leitað sær til okkara um ráð og loysnir, bæði stórar og smáar, sigur hann

Ídnaður

Felagið FJM, sum er maskinverkstaðurin við Fjøruvegin í Runavík, er stovnað í 1986, og í fleiri ár átti felagið hølini, har SD-Beding er í dag.
Fyri nøkrum árum síðan keypti felagið stóra og rúmliga bygningin, har Eysturoyar Heilsøla áður húsaðist. Gólvhæddin í hesum bygningi er ikki minni færri enn 2450 fermetrar, umframt skrivstovuhølir, matarhøll og onnur høli í ovaru hæddini, har Sjókaféin eisini húsast.
Í bygninginum er pláss fyri øllum virkseminum hjá felagnum á einum staði, og tað er eisini ein stórur fyrimunur, at hesin bygningur eins og hin gamli, sum felagið upprunaliga átti, liggur dygst við havnalagið í Runavík.
Høvuðspersónurin aftanfyri FJM hevur síðan byrjan verið Frithleif Olsen í Rituvík.

Løgdu saman
Við endan av 2004, tá ið FJM í Runavík og Tórshavnar Skipasmiðja avgjørdu at leggja saman frá 1. januar 2005 at rokna, vóru teir fýra, ið áttu felagið við Frithleifi sum høvuðspartaeigara. Hinir tríggir vóru Jóhan Hendrik Olsen, Petur Jacob Petersen og Arni Carlsen.
Maskinverkstaðurin hevði í eitt langt áramál samstarvað við Tórshavnar Skipasmiðju, og nú varð hildið, at tíðin var komin til samanlegging.
Partarnir hildu, at ein slík samanlegging hevur stóran týdning fyri kappingina við umheimin. Mett varð, at við dygdunum hjá teimum tilsamans 250 starvsfólkunum gjørdist førleikin at veita fiskivinnuni á landi og skipaflotanum annars heildarloysnir uppaftur størri enn áður.
Uppgávan hjá FJM hevur øll árini verið at veita fiskivinnuni ymiskar loysnir  og heildarloysnir  úr rustfríum stáli. Felagið hevur lagt seg eftir nýhugsan og at menna nýggjar vørur úr rustfríum stáli  við bondum, pavnum og framleiðslutólum til fiskiídnaðin.
FJM hevur ásannað týdningin av, at viðskiftafólki fáa eina álítandi, skjóta og góða tænastu, og hetta er ikki minst galdandi, tá ið ræður um fiskiídnaðin  á sjógvi og landi.
Felagið, sum hevur landsins størstu goymslu av rustfríum stáli, telist millum fremstu virkir av sínum slagi í Føroyum.
Roynt verður altíð at veita viðskiftafólki tær vørur og tænastur, ið vinnan leitar eftir.
Eftir samanleggingina við P/F Tórshavnar Skipasmiðju, gjørdust teir fýra, sum tá áttu FJM, smápartaeigarar í Tórshavnar Skipasmiðju, og seinni hevur Frithleif Olsen so keypt hinar tríggjar út, soleiðis at hann í dag er hin einasti á FJM, sum eigur ein minni part í stóra felagnum.
Hinir tríggir eru saman við Frithleifi Olsen sum leiðara framvegis ein berandi partur av fyritøkuni, sum marknaðarførir seg undir heitinum, FJM í Runavík.
Í løtuni eru eini 45 fólk í starvi hjá felagnum.

Sum áður
Frithleif Olsen, leiðari á FJM, sigur, at styrkin hjá maskinverkstaðnum er, at felagið hevur gott og dugnaligt fólk, og at hesi alla tíðina hava útvegað sær serkunnleika innan framleiðslu av útgerð til fiskiídnaðin.
- Vit hava soleiðis loyst óteljandi uppgávur fyri fiskavirkir, fiskiflotan og onnur, sum hava leitað sær til okkara um ráð og loysnir, bæði stórar og smáar. Við hollum royndum innan menning eru vit førir fyri at veita loysnir  frá tekniborði til veruleika, sigur leiðarin.
Hann heldur annars, at samanleggingin við Tórshavnar Skipasmiðju, sum eisini eigur Skála Skipasmiðju, hevur riggað væl.
- Vit reka hetta virksemið sum frammanundan, og leiðslan á P/F Tórshavnar Skipasmiðju blandar seg til dagligt ikki upp í tað, sum vit gera. Samanleggingin merkir eisini, at onkrar funktiónir kunnu sparast burtur, og raksturin verður rationellari.
Frithleif Olsen sigur, at samanleggingin eisini ber í sær, at uppgávur nú kunnu deilast millum virkini og loysast, har størsti førleikin um ta ávísu uppgávuna er til steðar.
- Soleiðis er ikki neyðugt at hava somu funktiónir á øllum trimum støðunum, leggur hann aftrat.