Heildarkvota sett á gulllaksin

Fiskimálaráðið hevur lýst nýggja kunngerð fyri fiskiskapin eftir gulllaksi í føroyskum sjógvi.

Høvuðsbroytingin í kunngerðini, sum kemur ístaðin fyri ta gomlu kunngerðina frá 1993, er, at nú er heildarkvota sett fyri, hvussu nógvur gulllaksur kann fiskast í føroyskum sjógvi. Kvotan í ár er sett til 16.000 tons.

 

Eins og í teirri gomlu kunngerðini sleppa seks trolarar, trý pør, at royna eftir gulllaksi. Fiskimálaráðið sigur, at loyvini verða latin teimum seks trolarunum, sum hava fiskað gulllaks tey seinastu árini. Teir eru Eysturbúgvin, Vesturbúgvin, Stjørnan, Polarhav, Fram og Vestmenningur.


Gulllaksakvotan er felagskvota.


Í teirri gomlu kunngerðini vóru serligar leiðir, har trolararnir høvdu loyvi til at royna eftir gulllaksi. Men hetta broytt nú, soleiðis at tær vanligu trolfriðingarnar galda eisini fyri fiskiskapin eftir gulllaksi, sigur fiskimálaráðið.