Í morgun fekk landsstýrismaðurin í heilsumálum, Karsten Hanen, eina ætlan fyri, hvussu diabetes skal handfarast í Føroyum frameftir, og brúk er fyri eini ætlan, tí diabetes rakar nógvar føroyingar.
Ein kanning hjá Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu vísir, at yvir 3.000 føroyingar hava diabetes, og samstundis eru aðrir 3.000, sum hava undanstig til sjúkuna.
Við at leggja kostin um, og við at røra seg meiri, kunnu tey, sum hava diabetes á undanstigi, seinka munandi um, nær tey gerast sjúk ella enntá forða fyri, at tey verða sjúk yvirhøvur.
Tað er ein arbeiðsbólkur, sum hevur staðið fyri arbeiðinum og í álitinum verður staðfest, at talið á teimum, sum fáa diabetes, er nógv vaksið seinnu árini.
Í diabetesheildarætlanini hevur arbeiðsbólkurin sett fram 18 tilmæli til landsstýrismannin, og endamálið er bøta um viðgerðina, so tað sæst aftur í færri fylgisjúkum og sjúkrahúsinnleggingum.
Undir myndini ber til at trýsta á pílin og hoyra samrøðu við Jens Andreasen, deildarlækna á diabetes-laboratoriinum á Landssjúkrahúsinum, sum hevur sitið í arbeiðsbólkinum.