Heildarætlan fyri krabbameinsøkið

Nú verður farið undir at gera eina heildarætlan fyri alt krabbameinsøkið. Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, miðar ímóti, at ætlanin verður liðug í heyst

Á tingfundi í vikuni kom fram, at Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í Almenna og -heilsumálum, ætlar orða heildarætlan fyri alt krabbameinsøkið.
Hann sigur í samrøðu við Sosialin, at í løtuni er als ongin ætlan, og at hetta forðar fyri einari skilagóðari menning av økinum.
- Eg ætli mær at koma við einum útspæli við nógvum elementum líka frá fyribyrging til rehabilitering. Tað nyttar onki at taka eitt petti í senn, tí tá verður tað alt ov tilvildarligt, hvat verður raðfest nær, sigur Hans Pauli Strøm, sum heldur, at í løtuni tosa vit um alt í senn. Hann vísir eitt nú til heildarpsykiatriina, sum varð sett í verk fyri fáum árum síðani, og sum nú liggur til grund fyri øllum tí økinum.

Liðug í heyst
Landsstýrimaðurin greiðir frá, at Føroya Felag móti Krabbameini ofta hevur víst á, at tørvur er á einari slíkari ætlan.
- Tað kunnu vit bara vera samd við teimum í, sigur hann, og leggur afturat, at av tí, at ongin vissa er fyri, at hann verður sitandi í sessinum eftir valið, so hevur tað týdning, at fáa málið avgreitt sum skjótast. Sostatt verður miða eftir, at ætlanin verður liðug tíðliga í heyst.

Screeningar eisini við
Eitt, sum mangan verður havt á málið, eru tey sokallaðu screeningstilboðini til fólk í ávísum vandabólkum. Screening fyri lívmóðurhálskrabba hevur verið í nógv ár.
- Ætlanin er at bjóða screening fyri bróstkrabba í 2008, og tøkniligar íløgur verða nú gjørdar fyri betur at kunna kanna fyri prostatakrabba hjá monnum, sigur landsstýrismaðurin. Og hann greiðir frá, at fyri at fáa sum mest burtur úr screeningsátøkunum, hevur tað alstóran týdning politiskt at stinga út í kortið, nær ymsu tilboðini skulu bjóðast út.
- Fyri at fíggjarliga raðfestingin eisini fylgir politiska viljanum, er ætlanin, at leggja øll screeningstilboðini inn í ætlanina, so sitandi landsstýrismaður altíð veit, hvat hann skal brúka á fíggjarlógini, sigur Hans Pauli Strøm.
Kanningar vísa, at kostnaðurin fyri mammografi-screening er ein íløga á 6 milliónir og árligi rakstrarkostnaðurin liggur um 3 milliónir.
- Sostatt er alt hetta økið sjálvsagt eisini tengt at politiskum raðfestingum, har tað er avgerandi neyðugt at fáa sum mest og best burtur úr pengunum, sigur hann.

Ætlan fyri tingið
Í fyrsta umfari ætlar landsstýrismaðurin at bjóða umboðum fyri sjúkrahúsið og Føroya Felag móti Krabbameini til fundar í ráðnum, so yvirlit fæst yvir støðuna.
- Síðani verður tað leiðslan á sjúkrahúsinum, sum ítøkiliga ger eitt uppskot til heildarætlan, sum eg kann leggja fyri løgtingið til støðutakan, sigur Hans Pauli Strøm.

Felagið fegnast
Jansy Gaardlykke, skrivari í Føroya Felag móti Krabbameini sigur við Sosialin, at tey fegnast um tiltakið hjá landsstýrismanninum.
- Vit hava leingi eftirlýst einari heildarætlan, har stungið verður út í kortið, hvussu økið skal raðfestast framyvir. Bæði innan fyribyrging, viðgerð, røkt, linna og rehabilitering. So vit eru sjálvsagt til reiðar at fara inn í eitt samstarv við ráðið, til tess at fáa sum best burturúr hesum arbeiði, sigur Jansy Gaardlykke.