Heildarætlan bíðar eftir rótfesti

Heildarætlanin um fólkavøkstur manglar framvegis sítt politiska rótfesti. Tað ber til at staðfesta, nú fíggjarkarmarnir fyri næstu fimm árini eru komnir aftur úr Fíggjarnevndini hjá løgtinginum.

Ikki óvæntað mælir meirilutin í fíggjarnevndini hjá løgtinginum, tað eru samgonguumboðini, løgtinginum til at samtykkja teir játtanarkarmar, ið landsstýrið hevur borið í tingið.

Meirilutin - Bárður Nielsen, Jákup Mikkelsen, Rodmundur Nielsen og Bill Justinussen - staðfestir tó í sama viðfangi, at játtanarkarmarnir fyri næstu fimm árini og heildarætlanin um fólkavøkstur sampakka ikki. Heildarætlanin mælir sum kunnugt til átøk fyri 700 milliónir krónur næstu fimm árini, flestu teirra eru uttanfyri verandi játtanarkarmar.

Men ein politisk viðgerð manglar, áðrenn heildarætlanin kann flytast inn í teir játtanarkarmar, hvørs endamál er at leggja yvirskipaða, fíggjarliga leistin næstu árini.

Í sínum áliti staðfestir meirilutin millum annað at:

- Síðani uppskotið til játtanarkarmar er lagt fyri Løgtingið, hevur ein av landsstýrinum settur arbeiðsbólkur lagt fram eina heildarætlan um fólkaflyting og fólkavøkstur. Henda ætlan er ikki viðgjørd politiskt. Meirilutin heldur tað tí ikki verða rætt, at Fíggjarnevndin tekur støðu til ætlanina, fyrr enn ætlanin er viðgjørd politiskt.

Tí mælir meirilutin til, at løgtingið samtykkir teir játtanarkarmar, ið landsstýrið hevur borið í løgtingið.

Andstøðuumboðini í fíggjarnevndini hjá løgtinginum tekur ikki undir við uppskotinum hjá landsstýrinum, og hava í staðin gjørt sítt egna, alternativa minnilutauppskot til fíggjarkarmar.