Heilaspuni at Russland stendur aftanfyri flogvanlukku

- Enn er ov tíðliga at siga, um Vladimir Putin fer til jarðarferðina hjá Wagner-leiðaranum, Jevgenij Prigozjin, sigur talsmaðurin hjá forsetanum.

- Uppáhaldini um, at Jevgenij Prigozjin varð dripin eftir boðum frá Kreml, eru lygnir.

 

Tað sigur talsmaðurin hjá Kreml og Vladimir Putin, forseta, Dmitry Peskov.

 

Í einari útsøgn hjá Kreml, sum Reuter endurgevur, verður sagt, at forseti landsins einki hevur við vanlukkuna at gera.

 

Tað var mikukvøldið, at flogfarið við Wagner-leiðaranum, Jevgenij Prigozjin, datt niður í Russlandi.

 

Flogfarið var á veg úr russiska høvuðsstaðnum, Moskva á veg til St. Pætursborg.

 

- Tað eru nógvar hugsanir um hesa syrgiligu vanlukku, og spekulatiónirnar koma frá ávísum sjónarhorni.

 

Sambært russisku tíðindastovuni Interfax, at tað er reinur heilaspuni, at Russland hevur nakað við hesa vanlukku at gera.

 

Spurdur, um forsetin, Vladimir Putin, fer til jarðarferðina hjá Jevgenij Prigozjin, sigur Dmitry Peskov, at tað er ov tíðliga at siga enn.