Heilafelagið hevði aðalfund 9. juni. Nýggja nevndin hevur nú skipað seg við Tórunn Guttesen sum formanni, Jógvan Telling Joensen næstformaður, Paula Árnafjall kassameistari, Annika Højgaard skrivari, Helena Fríheim nevndarlimur. Eykalimir gjørdust Marius Johansen og Marjun Olsson. Úr nevndini fóru Guðrun Hansen og Súna Mørk.
Á fundinum Altjóða apopleksidagin 10. mai, varð stovnaður ein tvørfakligur bólkur við fólki, ið vita nakað um apopleksi, og kenna tørvin hjá teimum raktu. Nevndin fer at leggja nógva orku í at fáa lagt arbeiðið hjá bólkinum til rættis, soleiðis at nakað munagott vónandi skjótt kann spyrjast burturúr.
Hitt árliga vikuskiftið hjá Heilafelagnum verður á Gjáargarði frá 31. august til 2. september 2001. Tilmelding fer fram á telefonini hjá Heilafelagnum, ið hevur telefontíð týsdag frá kl. 18-20. Tlf. nr. 321520.