Heilafabrikkin í Havn fær 25.000 krónur

Heilafabrikkin hjálpir børnum sum dragna afturúr í skúlanum

Margarinfabrikkin í Havn er nú farin undir eina verkætlan, tey kalla Heilafabrikkin.

Endamálið við tí er at hjálpa børnum, sum eru dragnað afturúr í skúlanum og sum sostatt hava tørv á lektiuhjálp.

 

Hetta er eitt tiltak, sum Lionsklunnurin, Liljan í Havn, helt, at tað var vert at stuðla og tískil hava tey nú latið verkætlanini 25.000 krónur í stuðuli.

 

Stuðulin er inntøkan, Liljan fekk á síni árligu málningaframsýning og stuðulin er ætlaður sum ein hjálp at fáa gongd á Heilafabrikkina.

 

- Viðhvørt dragna børn afturúr í undirvísingini í 3 flokki og hava ringt við at fáa hini aftur aftur. Tí halda tey í Heilafabrikkini, at tey verið eitt gott tiltak at hjálpt hesum børnunum víðari á ein ørvísi hátt enn við vanligari eykaundirvísing í skúlanum.

 

 Á myndini eru, frá vinstru, Petur Háberg á Margarinfabrikkini, Elin Heðinsdóttir Joensen í  Lionsfelagnum Liljuni og Páll Mohr Joensen  á Margarinfabrikkini