Heiðursmerki til Øssur og Elinborg

 

Tveir føroyingar vóru við í DM í amboðsfimleiki fyri lið, sum var  í Tårnby Gymnastikhal um vikuskiftið.

 

Talan var um Elinborg Tróndardóttir Durhuus, sum var á liðnum hjá VIK-Aarhus, og Øssur Debes Eiriksfoss, sum var á liðnum hjá Gefion úr Keypmannahavn.

 

Leygardagin, tá ið kappast var ”allround”, fingu Øssur og menninir hjá Gefion, silvurheiðursmerki, og Elinborg, og hinar kvinnurnar hjá VIK-Aarhus, fingu bronsu.

 

Dagin eftir, tá ið kvinnurnar kappaðust í amboðsfinalunum, gjørdust kvinnurnar hjá VIK-Aarhus nummar tvey í lopi um hest og vunnu sostatt silvur

 

Á myndini eru tað Øssur og Elinborg eftir ”all-round” kappingina leygardagin. Myndina tók Anni Kyster.