Heiðursgávan latin Árna Dahl

Árni Dahl, sum er lærari, ritstjóri, útgevari og bókmentafrøðingur, kundi fyri løtu síðani taka ímóti heiðursgávu landsins

 

 

Árni hevur í nógv ár virkað ótroyttiliga fyri føroyskum máli og føroyskum bókmentum. Hann hevur verið lærari í fólkaskúlanum, Læraraskúlanum og á Setrinum, og sum ritstjóri, týðari og útgevari hevur hann staðið fyri hópin av føroyskum útgávum, sum hava stuðlað upp undir føroyskt mál og mentan.

 

Síggj fleiri myndir frá handanini við at trýsta HER

 

Síðani 1978 hevur hann saman við konuni, Mariannu Debes Dahl givið út hópin av føroyskum bókum.

 

Heiðursgáva landsins er áljóðandi 75.000 krónur.

 

Meira seinni...

 

Les eisini: 

 

Heiðursgávan latin Árna Dahl

 

Tróndur fekk mentunarvirðislønina

 

Trygvi Danielsen ársins unga listafólk